2021-03-22 13:18

Í annaðkvøld klokkan átta verður skipað fyri almennum kunningarfundi um ætlanina um at seta upp listaverk eftir Trónd Patursson á Høganesi.
Á fundinum, sum verður í B68-húsinum á Svangaskarði, fara stigtakarar at greiða frá um ætlanina, og listamaðurin fer at greiða frá um listaverkið.
Høvi verður eisini at síggja modell av listaverkinum, skrivar Nes kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald