Innanlands

Ætla at skipa forskúla í Eysturskúlanum

Eysturskúlin hevur sent umsókn um at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum frá skúlaárinum 2022/2023. Trivnaðarnevndin og mentamálanevndin hava einmælt tikið við uppskotinum - málið skal fyri á býráðsfundi hóskvøldið

Um uppskotið kemur ígjøgnum, so verður talan um fimta forskúla í høvuðsstaðarøkinum (Mynd: torshavn.fo)

Um uppskotið kemur ígjøgnum, so verður talan um fimta forskúla í høvuðsstaðarøkinum (Mynd: torshavn.fo)

2022-01-25 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eysturskúlin hevur eisini sent umsókn um at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum frá skúlaárinum 2022/23.

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu sínari.

Søkt verður um ein flokk, men grunddeildin í Eystuskúlanum er tvísporað, so til ber at hava tvey spor, soleiðis at øll tey 6 ára gomlu í grundupptøkuøkinum hjá Eysturskúlanum, hava møguleika at fáa pláss í forskúla, um tey ynskja tað.

Endamálið við at at stovna forskúlan er, at bjóða eitt fullfíggjað og samanhangandi innskúlingartilboð frá tí ári børnini eru 6 ára gomul, til tey eru liðug í 1. flokki, skrivar torshavn.fo.

- Børnini í Eysturskúlanum ganga í frítíðarskúla í Smílibýlinum. Har eru 1. og 2. flokkur í dag, men um forskúli kemur aftrat, er neyðugt at finna hølisloysn, ið rúmar øllum. Arbeitt verður við at finna hølisloysn til frítíðarskúlan, sum verður løgd fyri nevnd í vár. 

Trivnaðarnevndin og mentamálanevndin hava einmælt tikið við uppskotinum um at skipa forskúla í Eysturskúlanum, og á býráðsfundi nú hóskvøldið verður málið lagt til endaliga støðutakan. Umsóknin um forskúla í Eysturskúlanum verður síðani latin Uttanríkis- og mentamálaráðnum til endaliga góðkenning.

Fýra forskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Teir eru í Sankta Frans skúla, í Skúlanum á Argjahamri, í Skúlanum á Fløtum og í Lítlaskúla, sum er ein frískúli. Haraftrat er forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy og í Kaldbak, tey eru skipað í samstarvi millum dagstovn og skúla. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder