Hóskvøldið skal Tórshavnar býráð taka støðu til eitt uppskot um at skipa fyri stórum minningarhaldi í Havn í mai næsta ár. Hetta er í sambandi við 75 ára dagin fyri endan á hersetingini av Føroyum undir seinna heimsbardaga.
Málið er longu viðgjørt og samtykt í mentamálanevndini og fíggjarnevndini.
Bretska hersetingin í Føroyum varð nevnd "Operation Valentine", og hon vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945. Onkuntíð vóru 8000 bretskir hermenn í Føroyum samstundis.
Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945 og í øllum heiminum á heysti sama árið.
Umleið 205 føroyingar lótu lív í sigling á føroyskum og útlendskum skipum hetta tíðarskeið. Mett verður sjálvsagt, at minningarhald um hetta serliga skeið í søgu okkara verður hildið, bæði fyri at æra minnið um tey falnu, men eisini sum áminning til nútíðar ættarlið um hesa hending, sum á so mangan hátt hevur myndað land okkara síðani, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Minningarhald í Havn
13. mai 1945 var skrúðgonga á Vaglinum og í havnargøtum í sambandi við lýsta friðin í Evropa og endan av hersetingini av Føroyum.
Í mai 1990 var minningarhald í Havn í sambandi við, at 45 ár vóru liðin, síðan endan av seinna heimsbardaga og hersetingina av Føroyum.
Nú eru skjótt 75 ár liðin, síðan hersetingini endaði, og vit fingu frið í Evropa.
Mett verður hóskandi, at dýra biðidag - fríggjadagin 8. mai 2020 - verður hildið minningarhald í Havn, umframt at onnur tiltøk viðvíkjandi søgu og mentan frá krígsárunum verða hildin um sama mundið.
Lagt verður upp til, at minningarhaldið eigur at verða fyriskipað saman við Føroya landsstýri og øðrum viðkomandi pørtum. Mælt verður til, at tað beinanvegin verður farið undir fyrireiking av tiltøkunum, og at hóskandi sambond og samstarv verða fingin við viðkomandi partar, skrivar Tórshavnar kommuna.
Heitt verður eisini á landsstýrið og aðrar myndugleikar um at kanna møguleikar í hesum sambandi við bretskar myndugleikar og onnur, eins og tað varð gjørt í 1990.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald