Tað førdi til ramaskríggj kring heimin, at stýrið í Brunei hevur viðtikið eina islamiska sharialóg sum sigur, at samkynd og fólk, sum hava kynsliga samveru uttan fyri hjúnalag, skulu steinast til deyðis. Lógin kom í gildi mikudagin.
Statsleiðarar og organisatiónir kring heimin hava fordømt lógina, men hetta hevur enn ikki ávirka sultanin í Brunei, Hassanal Bolkiah.
Í eini roynd at steðga lógini hava tí fleiri heimskend fólk, stórar fyritøkur og onnur mælt til, at fólk boykotta vinnuligt virksemi hjá statinum í Brunei.
Hetta byrjaði við einum átaki um at boykotta níggju gistingarhús, sum sultanurin eigur. Hesi liggja í Evropa og USA og millum hesi eru millum annað kenda The Dorchester í London og The Beverly Hills Hotel í Los Angeles. Millum tey, sum hava mælt til boykott eru Elton John og Ellen DeGeneres, sum hava deilt eitt yvirlit av teimum gistingarhúsum, sum sultanurin eigur.
Kendi sjónleikarin George Clooney skrivaði eitt kjakinnlegg á miðlinum Deadline, har hann eisini mælti til at boykotta stýrið. Stórar fyritøkur, so sum Deutsche Bank og Financial Times hava valt at boykotta gistingarhúsini.
Eftir at átakið byrjaði hava átta av teimum níggju gistingarhúsunum sletta sínar vangamyndir á Twitter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald