Innanlands

Ætla at stovna fleiri ferðavinnuútbúgvingar

Samtykti ferðavinnupolitikkurin varð lagdur fram í gjár. Umframt at stovna fleiri professionellar útbúgvingar innan millum annað móttøku, skal vinnuferðavinnan styrkjast við at skipa fyri fleiri norðurlendskum og altjóða ráðstevnu

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2022-06-15 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðavinnupolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu, ið býráðið hevur samtykt, varð lagdur fram alment í gjár.

Á framløguni í Perluni kom millum annað fram, at vinnuferðavinnan millum annað skal styrkjast við at skipa fyri fleiri norðurlendskum og altjóða ráðstevnum í Føroyum, og í hesum sambandi skal Havnin verða ein av bestu vinnuferðabýum í Evropa. Her kemur ítrótturin eisini inn í myndina, her hevur komandi stórhøllin stóran týdning.

Eisini var útbúgving á breddanum: 

- Ætlanin er eisini at stovna fleiri ferðavinnuútbúgvingar, umframt tær, sum longu eru. Her verður hugsað um professionella útbúgving innan móttøku, skrivstovuútbúgving við ferðavinnu sum sergrein, samskipan, leiðslu, rakstur og upplivingarvinnu.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á sínari Facebook-síðu, har lagt verður afturat, at handilsvinnan í Havn eisini er  við uppá í størri mun at gera miðbýin meira spennandi við matmarknaði og fleiri øðrum tiltøkum, sum savna yngri sum eldri. Tilsamans eru 26 ymisk átøk lýst í faldaranum við nýggja ferðavinnupolitikkinum, ið er grundarlag undir øllum arbeiði frameftir at styrkja vinnuferðavinnuna í høvuðsstaðnum.

[object Object]
[object Object]
Mynd: Tórshavnar kommuna
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder