2019-04-30 10:28
Amerikansku myndugleikarnir hava steðgað einum yvirgangsálopi í suðurpartinum av Kalifronia. Tað sigur almenni ákærin í sakini sambært AP.
26 ára gamli Mark Domingo verður nú ákærdur fyri at hava planleggja eitt yvirgangsálop í Kalifornia sum hevnd fyri tey bæði álopini á tvær moskur í Christchurch í Ný Sælandi tann 15. mars, har 50 fólk lótu lív.
Mark Domingo er fyrrverandi hermaður í amerikanska herinum. Hann gjørdi tænastu í Afganistan, og tá hann kom heimaftur umvendi hann til Islam.
Domingo verður nú ákærdur fyri at ætla at spreingja eina heimagjørda bumbu til ein politiskan fund fyri høgravendar nationalistar, sum skuldi verða avhildin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald