Bert skølturin og buksurnar lóu eftir einum veiðitjóvi, sum var farin inn í Kruger National Park í Suðurafrika eftir einum nashyrningi.
Sambært CNN hevði maðurin saman við fýra øðrum sníkt seg inn at drepa ein nashyrning, men tað endaði við, at hann varð dripin av einum fíli, og kroppur hansara varð síðani etin av leyvum.
Familjan hjá manninum fingu boð um hendingina týsdagin, men leivdirnar vórðu ikki funnar fyrr enn hósdagin.
- At sníkja seg inn í Kruger National Park, og til gongu enntá, er ikki smart men sera vandamikið, og tað prógvar hendan hendingin. Tað er sera syrgiligt at síggja døtur syrgja yvir pápa teirra og uppaftur verri at finna so fáar leivdir eftir honum, segði Glenn Philips, dagligur leiðari í Kruger National Park.
Tey fýra fólkini, sum sníktu seg inn at veiða saman við manninum vórðu handtikin av suðurafrikonsku løgregluni mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald