Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.
Borgarakanningin í 2023 vísti, at neyðugt er at arbeiða málrættað og langskygt við nøkrum kommunalum avbjóðingum. Nevnast kann tørvurin og ynskið um fleiri og meira fjølbroyttar bústaðir, umframt eina betri býarskipan, sum skal fremja ein betri trivnað, sigur Klaksvíkar kommuna.
Semja er um, at allir viðkomandi partar skulu takast við í arbeiðið. Ætlanin skal verða galdandi fyri alt lokalsamfelagið, og tí eigur alt lokalsamfelagið at verða tikið við uppá ráð. Arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, og borgarin skal veruliga merkja, at hann er í miðdeplinum, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Talan er sostatt um eitt umfatandi og týðandi arbeiði, har málið er, at Klaksvíkar kommuna skal vera ein áhugaverd og dámlig kommuna í 2040, tá ið talan er um tað at vaksa upp, at seta búgv og at eldast. Í ætlanini skulu mál setast m.a. fyri fólkavøkstri, kjarnutænastum, mentan, trivnaði, vinnu, bústøðum og fyrisiting.
Í hesum umfarinum eru settar 300.000 krónur av til arbeiðið, sum skal verða liðugt á vári 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald