Innanlands

Ætlan um at byggja 69 íbúðir á Hvítanesi

Fyrst má byggisamtyktin tó broytast, og inn- og útkoyringin til Hvítanesar má gerast trygg

Mynd frá borgarafundinum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Mynd frá borgarafundinum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-11-17 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið var borgarafundur á Hvítanesi, har Eyðun Eliasen, arkitektur, legði fram eina ætlan um at byggja dygdargóðar íbúðir sunnan fyri Hvítanes.

Sambært Tórshavnar kommunu er talan um einar 69 íbúðir staðsettar fram við sjóvarmálanum á stykki, sum longu er sprongt og slættað. Tað er ein privatpersónur, sum ætlar at keypa stykkið og hevur í umbúna at lata íbúðirnar byggja á Hvítanesi.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan, at Hvítanesfólkini tóku væl ímóti ætlanini, sum kann fara at nærum tvífalda íbúgvaratalið á Hvítanesi og eitt nú hækka barnatalið munandi.

Á fundinum varð eisini greitt frá, at verða íbúðir bygdar á ætlaða økinum, so skal byggisamtyktin broytast, tí hon loyvir bara sethúsabygging í dag. Annika Olsen, borgarstjóri, vísti á, at tá ið ein byggisamtykt verður broytt, hevur ein og hvør rætt til at koma við viðmerkingum.

Endamálið við framløguni var at hoyra borgarar á Hvítanesi um ætlanina, og Hvítanesfólk gjørdu greitt, at inn- og útkoyringin til Hvítanesar má gerast trygg, áðrenn farið verður undir at byggja íbúðir, tí núverandi ferðsluviðurskiftini eru ótrygg fyri øll, sum búgva á Hvítanesi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder