Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, hevur nú ætlanina klára fyri hvussu Grønland kann skifta tíðarsonu frá UTC -3 til UTC -2.
Eftir at hava havt eitt lógaruppskot til hoyring, er uppskotið nú lagt fram til heystsetanina í landstinginum, Inatsisartut, til støðutakan.
Landsstýrið mælir til, at broytingin verður sett í verk í sambandi við at farið verður til summartíð til várs.
Lógin fær sostatt gildi 25. mars 2023 kl. 22, grønlendska tíð, tá Grønland við núverandi skipan skiftir til summartíð, sum er UTC -2.
Broytingin er, at Grønland ikki fer aftur til vetrartíð/vanliga tíð síðsta leygardag í oktober 2023, men heldur fram í tíðarsonuni UTC -2.
Tá so farið verður aftur til summartíð á várið 2024 verður tað til tíðarsonuna UTC -1. Grønlendska landssstýrið hevur ongar ætlanir um at broyta lógina um summar-/vetrartíð so leingi hetta er galdandi í ES-londunum, skrivar Sermitsiaq.
Broytingin í tíðarsonununi fær ikki gildi fyri Ittoqqortoormiit, Danmarkshavn og Pituffik (Thule Air Base).
UTC, Coordinatet Universal Time, svarar til GMT, Greenwich Mean Time. Í Føroyum er tíðarsonan UTC 0 um veturin og UTC+1 um summarið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald