Innanlands

Ætlanin við Løðhamar gerst veruleiki

Arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu hava ruddað og fríðkað um gamla fiskaplássið á Løðhamri í Vági, og ætlanin er at gera gamla fiskaplássið til eitt søguligt mentanarøki, sigur kommunan

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-05-26 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu ruddað og fríðkað um gamla fiskaplássið á Løðhamri í Vági.

Har eru nú beinkir settir upp og stoyptur er kantur framvið sjóvarmálanum. Ætlanin er eisini at gera gøtu oman og ein pall/bátabrúgv framvið sjónum.

Ætlanin er at fáa ein part av fiskaplássinum á Løðhamri klárt til Jóansøku, sum verður í Vági í ár, skrivar Vágs kommuna, sum hevur sett 400.000 krónur av í ár til nýskipan av fiskaplássinum.

Arbeiðið er nú væl í gongd, har ætlanin er at gera gamla fiskaplássið til eitt søguligt mentarnarøki. Eisini er ætlanin at gera íbúðir á vestara partinum av økinum, og er áhugi fyri hesum, nú útbjóðingartilfarið til íbúðirnar hevur ligið alment frammi, skrivar kommunan.

Sambært Levi Mørk, ið er formaður hjá mentamálanevndini hjá Vágs kommunu, gevur fiskaplássið longu nú møguleikar fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum, og tað kann gerast enn betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder