Í seinastuni hava nakrar yvirgangsætlanir verið støðgaðar í Danmark, og fleiri fólk eru handtikin. Eisini hava fleiri bandauppgerðir verið og brotsverk sum úrslit av tí.
Í dag boðar Fyns Politi frá, at fimm fólk í Odense-økinum eru handtikin, og at tveir mans eru skuldsettir. Teir vórðu førdir fram fyri rættin í Svendborg fyri løtu síðani.
Sambært upplýsinginum hjá løgregluni hava hesir persónarnir lagt - ella verið til at lagt ætlanir um at leggja - plastikk spreingievni á Nyborgvej í Odense. Hetta er lagt leygarnáttina klokkan 03.30.
Roynd á at spreingja eina bumbu á hendan hátt er ein álvarsom ákæra. Teir báðir skuldsettu persónarnir verða helst varðhaldsfongslaðir. í fyrstu syftu.
Fyns Politi vil ikki upplýsa meira, og helst verður navnaforboð. TV 2 Fyn hevur spurt um hetta kanningararbeiði er úrslit av bandauppgerð. Bandin NBV heldur til á júst Nyborgvej í Odense og hevur áður givið løgregluni trupulleikar. Í september skrivaði TV2 um, at ein álvarsom bandatvístøða er í Odense, har júst NBV er annar parturin.
Innanlands
Ætlanir um bumbuálop í Odense
Tveir mans eru seinnapartin førdir fram fyri rættin í Svendborg. Teir eru skuldsettir fyri at hava lagt spreingievni í Odense leygarnáttina
Samanlagt eru fimm persónar handtiknir í málinum. Ætlanin var, at ein bumba skuldi bresta á Nyborgvej. Tað hevur møguliga samband við "bandakríggj" í býnum
2023-12-31 14:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald