Innanlands

Ætlanir um útstykking í Kollafirði

Avtalað er gjørd við festaran – nú fer kommunan at søkja Búnaðarstovuna um at keypa og frábýta økið

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2023-12-21 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera nýggja útstykking í Kollafirði til bústaðarbygging og trivnaðarøki.

Høvuðsstaðarkommunan skrivaði í vikuni undir ætlanaravtalu við Gunnvør Dam Jensen, festara í Sjóvarhaga - Niðaripartur, um part av lendi,  ið hoyrir til festið.

Talan er um umleið 29.217 fermetrar, ið kommunan ætlar at keypa og útstykkja til bústaðarbygging og trivnaðarøki. Nú fer kommunan at søkja Búnaðarstovuna um at keypa og frábýta økið til ætlaðu útstykkingarendamálini, skrivar torshavn.fo.

Kollfirðingar hava fleiri ferðir víst á tørvin á grundstykkjum í bygdini. Ætlaða útstykkingin er tí eitt týðandi stig á leiðini, at fáa fólkatalið í bygdini at veksa aftur.

Við ætlaða trivnaðarøkinum verður latið upp fyri, at tað kann verða ein miðdepil ella savningarstað  hjá bygdafólkinum. Hetta er eisini í samsvari við tað, ið er komið fram á borgarafundum í Kollafirði.

Avtalan tryggjar eisini, at tað ikki verður bygt ov nær ánni, og at atlit verða tikin til lagaða gamla bøgarðin.

Ætlanaravtalan, ið er undirskriva, skal samtykkjast í Tórshavnar Býráð. 

[object Object]

[object Object]Myndir: Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder