Innanlands

Ætlar at leggja fram broytingaruppskot eftir ólavsøku

Tað er Húsarhaldsskúlin í Klaksvík sjálvur, sum stýrir tíðarætlanini, men skúlin kann ikki fáa eina endaliga tilsøgn og byrja byggingina, fyrrenn fíggingin er komin upp á pláss, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum í svari til fyrispurning hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-27 13:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum sigur, at ætlanin er at leggja eitt broytingaruppskot fyri tingið um at hækka stuðulsupphæddina til at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Og hetta verður væntandi beint eftir ólavsøku, sigur hann í svari til fyrispurning.

Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum herfyri setti landsstýrismanninum fyrispurning um húsarhaldsskúlan.

Hon spurdi, um landsstýrismaðurin ætlaði sær í løgtingið at dagføra lógina um húsarhaldsskúlan beinanvegin eftir ólavsøku, og nær spakin verður settur í til nýggja húsarhaldskúlan.

Jenis av Rana sigur, at talan er um eina stóra verkætlan, sum krevur umrøðu og umhugsni.

– Tá ið tað kemur til meirkostnaðin, so er hann í høvuðsheitum knýttur at innkomnu tilboðunum uppá byggingina, ið eru væl hægri enn metti kostnaðurin sambært heimildarlógini. At hartil stórar príshækkingar hava verið síðstu mánaðirnar, er ein støða, sum allar byggiverkætlanir mugu fyrihalda seg til.

– Av tí at tað eru fleiri partar, sum skulu fíggja verkætlanina, er neyðugt at fáa greiðu á, hvussu meirkostnaðurin av byggingini kann fíggjast. Arbeitt verður við hesum spurninginum, sigur hann.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at tað ikki er Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum er byggiáanari men húsarhaldsskúlin, sum er skipaður sum sjálvsognarstovnur.

Tað er skúlin, sum stýrir tíðarætlanini, sigur hann og leggur afturat:

– Uttanríkis-og mentamálaráðið hevur tó gjørt skúlanum greitt, at skúlin ikki kann fáa eina endaliga tilsøgn og byrja byggingina, fyrrenn fíggingin er komin upp á pláss, og Løgtingið hevur samtykt ætlaða broytingaruppskotið um hægri játtan. Í fyrsta umfari verður arbeitt við at geva skúlanum eina tilsøgn um stuðul, ið er treytað av, at Løgtingið samtykkir eina hægri játtan til byggingina.

Fyrispurningur og svar kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder