Uttanlands

Ætlar at senda ómannað rúmdarfør til Mars um tvey ár

Gongst væl, verða mannaðar ferðir møguligar um fýra ár, sigur Elon Musk, eigari av SpaceX

Elon Musk (Savnsmynd)

Elon Musk (Savnsmynd)

2024-09-23 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Rúmdarfelagið hjá ríkmanninum Elon Musk, SpaceX ætlar at senda fimm ómannað Starship-rúmdarfør til Mars um tvey ár.

Tað boðar Musk sjálvur frá á sínum sosiala miðli X.

– Um tey lenda trygt verða mannaðar ferðir møguligar um fýra ár. Um har verða avbjóðingar, verða mannaðar ferðir útsettar í tvey ár afturat, skrivar hann.

Málið hjá Elon Musk er, at einhvør, sum ynskir at ferðast út í rúmdina, skal verða førur fyri at fara til Mars.

– Einaferð fara Starships í túsundatali at fara til Mars, og tað verður ein stórfingin sjón, skrivar hann sambært Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder