
Í dag er heilsutrygdarksipanin soleiðis innrættað, at persónar yvir 67 ár og fyritíðarpensjónistar hava rætt til 100 prosent tilskot fyri allan heilivág, tá árligu eginútreiðslurnar til heilivágin eru farnar uppum 1.359,15 krónur. Ímeðan skulu tey, sum eru millum 18 og 67 ár sjálvi gjalda 2.125,65 krónur, áðrenn tey fáa rætt til 100 prosent tilskot.
Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at fólk burdu fingið tilskot eftir inntøku í staðin. Hon vísir á, at tað kann vera ein stórur postur á fíggjarætlanina hjá teimum, sum hava lága inntøku, eitt nú lesandi, um tey hava tørv á dýrum heilivági. Samstundis eru persónar, sum framvegis eru virknir á arbeiðsmarknaðinum, hóast tey eru fylt 67 ár.
Fyrr í hesum mánaðinum setti hon tí Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, fyrispurning um evnið. Hon vildi vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera tilskotsstigan til heilivág stigvaksandi eftir inntøku. So hevði hann sosialt vent meira rætt, heldur hon.
Í svari til Ingilín Didriksen Strøm sigur landsstýrismaðurin tó, at hann í løtuni ongar ætlanir hevur um at gera tilskotsstigan stigvaksandi eftir inntøku. Tó fer hann at taka stig til at kanna, um tað er møguligt at lækka egingjaldið til lesandi, sum samstundis hava kroniska sjúku.
– Skipanin er soleiðis, at børn og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald av tilskotsheimilaðum heilivági. Fólk í aldrinum 18 –67 ár gjalda í mesta lagi 2.125,65 kr. um árið, meðan fólk 67 ár og eldri og fyritíðarpensjónistar í mesta lagi gjalda 1.359,15kr. um árið av tilskotsheimilaðum heilivági. Hetta merkir, at tey, sum rinda mest fyri tilskotsheimilaðan heilivág, rinda í miðal 177,14 kr. um mánaðin. Teir pensjónistar, sum rinda mest, rinda í miðal 113,26kr. um mánaðin. Soleiðis er munurin millum ein persón í aldrinum 18 –67 ár og ein pensjónist, sum báðir brúka allan tilskotsstigan, 63,88 kr. um mánaðin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Landsstýrismaðurin vísir harafturat á, at heilsutrygdargjaldið longu er partvíst tengt at inntøkuni við, at øll, sum eru fylt 18 gjalda eitt grundgjald á 175 krónur um mánaðin, umframt 0,70 prosent av skattskyldigu inntøkuni, og sostatt rinda lesandi uttan aðra inntøku minni í heilsutrygdargjald enn eitt nú pensjónistar, sum hava eina hægri inntøku.
Eisini sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at um tilskotið skuldi latast stigvaksandi eftir inntøku, hevði tað kravt munandi broytingar av KT-skipanini hjá Apoteksverkinum, har tilskot verður útroknað, samstundis sum skipanin verður krevjandi og munandi torførari at umsita.
– Sambært Landsapotekaranum verður staðiliga mælt frá at fremja tílíkar broytingar í KT-skipanini. Sum eg havi skilt, eru tílíkar skipanir heldur ikki settar í verk í hinum Norðurlondunum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald