Margreta drotning hevði í kvøld sína nýggjárstalu, og sum vant vóru Føroyar eisini nevndar. Drotningin ætlar sær bæði til Føroya og Grønlands í summar.
- Koronafarsóttin hevur havt ávirkan á lívið í Grønlandi og í Føroyum. Samfeløgini hava megnað at steðgað útbrotinum av smittuni, men kortini hevur tað verið dýrt. Ferðavinnan, sum tey seinnu árini hevur merkt samfeløgini alsamt meira, er nærum steðgað - við stórum peningaligum avleiðingum, segði Margreta drotning.
- Eg vóni, at eg aftur kann vitja Føroyar og Grønland í summar.
- Eg gleði meg aftur at síggja Føroyar - deiligu oyggjarnar og ærukæra fólkið í Norðuratlantshavi. Og eg gleði meg at síggja stóru menningina, sum er hen síðani seinastu vitjan mína í 2016, segði Margreta drotning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald