Innanlands

Ætli at vera við til at menna Føroya Tele víðari

Seinnapartin var móttøka á Føroya Tele í sambandi við at Kristian Reinert Davidsen hevur tikið við sum stjóri í fyritøkuni

Kristian Reinert Davidsen aftur í stjórasessinum í Føroya Tele. Myndir Jan Müller.

Kristian Reinert Davidsen aftur í stjórasessinum í Føroya Tele. Myndir Jan Müller.

2024-03-18 19:24 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]Nógv fólk høvdu leitað sær niðan á Føroya Tele seinnapartin, tá móttøka var fyri nýggja stjóranum, Kristian Reinert Davidsen, sum tekur við stjórastarvinum eftir fyrst táverandi stjóran Jan Ziskasen og nú í seinastuni eftir fíggjarstjóran, sum hevur røkt stjórastarvið, nú áðrenn Kristian Davisen tók við eftir áralangt arbeiði í Grønlandi. Kristian hevur røkt stjórastarvið í Føroya Tele áður, tá hann var í sessinum í átta ár. 

Kristian Reinert Davidsen hevur í nærum  níggju ár verið  stjóri í grønlendska tele- og flutningsfelagnum Tusass. 

[object Object]

Í sambandi við móttøkuna takkaði Kristian Davidsen fyri at hava fingið litið sessin í hendi fyri aðru ferð og segði hann seg ætla at vera við til at menna Føroya Tele víðari saman við mongu starvsfólkunum í fyritøkuni. 

Undir móttøkuni seinnapartin hildu Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, Bjarna Arnason, nevndarformaður og William Joensen, fíggjarstjóri røður. Somuleiðis  takkaði nýggi stjórin fyri uppgávuna at standa á odda fyri FT samtakinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder