Uttanlands

Afganistan: Almenn universitet lata uppaftur

Hvørt kvinnulig lesandi eisini sleppa at luttaka í undirvísingini, verður tó einki sagt um

Her sita menn og kvinnur hvør sær á einum universiteti í Kandahar (Mynd: EPA)

Her sita menn og kvinnur hvør sær á einum universiteti í Kandahar (Mynd: EPA)

2022-01-31 08:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan Taliban tók valdið í Afganistan miðskeiðis í august í fjør, hava almennu universitetini verið stongd, men hesi lata nú uppaftur í februar, boðar Taliban-stýrið frá.

Hvørt kvinnulig lesandi eisini sleppa aftur verður tó einki sagt um, men fyrr hevur verið skotið upp, at kvinnur og menn kunnu verða undirvíst hvør sær, skrivar DR.

Í meginpartinum av Afganistan eru skúlar latnir uppaftur – men bert fyri dreingir. Fleiri privat universeitet hava eisini verið opin, men í nógvum førum hevur ikki borið til hjá kvinnuligum lesandi at koma til undirvísing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder