Uttanlands

Afganistan: Kvinnur skulu ganga í burka

Taliban-stýrið hevur í dag boðað frá, at kvinnur skulu ganga í burka, tá tær ferðast alment

Kvinna í burka avmyndað í Kabul í 2009 (Mynd: EPA)

Kvinna í burka avmyndað í Kabul í 2009 (Mynd: EPA)

2022-05-07 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Taliban-stýrið, sum tók valdið í Afganistan í august í fjør, hevur síðani sett fleiri tiltøk í verk, ið avmarka frælsið hjá kvinnum, og í dag hevur stýrið lýst eitt av strangastu tiltøkunum.

Hibatullah Akhundzada, ovasti leiðari hjá Taliban-stýrinum í Afganistan hevur heitt á kvinnur um at vera í burka, tá tær ferðast í almenna rúminum.

– Tær skulu vera ílætnar frá topp til tá, sum er siðvenja, og fyri at vísa virðing, sigur hann m.a. í fráboðanini.

Sambært fleiri tíðindastovum er talan um burka, sum er eitt plagg, sum fjalir bæði kropp og andlit, har kvinnan hyggur út gjøgnum eitt lítið net frammanfyri eyguni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder