Taliban-stýrið í Afganistan hevur gjørt av, at kvinnur ikki longur skulu hava atgongd til universitetini í landinum.
Stýrið hevur í brævi til bæði almenn og privat universitet givið boð um, at undirvísingin hjá kvinnuligum lesandi skal niðurleggjast fyribils, skrivar Ritzau.
Frammanundan var tað avmarkað, hvat kvinnur kundu lesa. Taliban-stýrið hevur m.a. ikki loyvt kvinnum at gerast eitt nú búskaparfrøðingar, verkfrøðingar og djóralæknar.
Taliban loyvdi heldur ikki gentum at ganga á miðnámsskúla, og hevur hetta eisini ávirkað talið á kvinnum, sum eru sloppin inn á universitetini.
Tá Taliban tók valdið aftur í Afganistan í august 2021, vórðu unviersitetini tvungin at undirvísa kynini hvør sær, og sluppu kvinnurnar bert at fáa undirvísing av kvinnum ella eldri monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald