Afganar í Pakistan í túsundatali flýggja í dag í skundi móti markinum fyri at koma sær út úr landinum.
Orsøkin er, at tað er seinasta freist hjá 1,7 milliónum afganum at rýma úr landinum. Annars eru tey í vanda fyri at verða handtikin og tveitt út við makt, skrivar Ritzau.
Tað eru fýra milliónir afgansk flóttafólk í Pakistan, sambært pakistansku stjórnini.
Harav eru umleið 1,7 milliónir, sum ikki hava tey neyðugu loyvini, verður mett.
Nógv teirra komu, eftir at Talibanrørslan aftur hevði tikið valdið í Afganistan í 2021. Men fleiri hava eisini verið í Pakistan síðan sovjettisku innrásina í 1979.
Yvir 100.000 afganskir tilflytarar eru longu flýggjaðir úr Pakistan síðan fyrst í oktober. Tá kom pakistanska stjórnin við boðunum um, at 1,7 milliónir afganar verða mettir at uppihalda seg ólógliga í landinum, og at tey høvdu ein mánaða til at sleppa sær av landinum aftur.
Pakistanska stjórnin sigur, at útsmitanin er fyri at varðveita trygd og vælferð í landinum.
Stjórnin hevur eitt nú skuldsett afghanar fyri at standa fyri smuggling og vápnaðum álopum, skrivaði Reuters herfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald