Uttanlands

Afghanistan: Dreingir farnir í skúla aftur

Tá Taliban í gjár boðaði frá, at dreingjaskúlar fóru at lata uppaftur í dag, varð einki sagt um genturnar

Afghanarar vitja djóragarðin í Kabul (Mynd: EPA)

Afghanarar vitja djóragarðin í Kabul (Mynd: EPA)

2021-09-18 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Islamiska stýrið í Afghanistan boðaði í gjár frá, at dreingjaskúlar fóru at lata upp aftur í dag eftir ein mánað-langan steðg.

Einki varð tó sagt um gentuskúlarnar. Boðað varð bert frá, at allir mannligir lærarar og næmingar skuldu møta á útbúgvingarstovnunum í dag.

Áðrenn Taliban tók valdið aftur í Afghanistan 15. august vóru skúlar longu deildir upp í drengja- og gentuskúlar.

Taliban lovaði tá, at nýggja stýrið fór at vera frægari enn fyri 20 árum síðani, tá tey seinast høvdu valdið. Millum annað varð boðað frá, at Taliban fór at tryggja rættindi hjá kvinnum.

Men enn eru kvinnurnar ikki slopnar aftur til arbeiðis, og Taliban hevur sett í verk strangari reglur fyri, hvussu kvinnulig lesandi á universitetunum skulu vera ílætnar. Kvinnur eru heldur ikki umboðaðar í nýggja Taliban-stýrinum, sum varð kunngjørt fyri tveimum vikum síðani, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder