Uttanlands

Afghanistan: Sjálvmorðsbumba dripið 63 fólk í brúðarveitslu

182 fólk vórðu særd í mest drápliga álopinum í Afghanistan í ár

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2019-08-18 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein sjálvmorðsbumba, ið brast í einum brúdleypi í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í gjárkvøldið hevur kravt í minsta lagi 63 mannalív.

Eisini vórðu í minsta lagi 182 fólk særd í álopinum, sum sambært Afghanska innlendismálaráðnum er tað mest drápliga álopið í ár.

Uml. 1200 brúdleypsgestir vóru til staðar, tá bumban brast, og bæði kvinnur og børn eru millum tey særdu, sum vórðu flutt til eitt lokalt sjúkrahús.

Sambært talsfólki hjá afghanska innlendismálaráðnum, hevði brotsmaðurin sett spreingievni fleiri staðni millum gestirnar.

DR skrivar, at eingin higartil hevur tikið ábyrgdina fyri álopið, og at Taliban-felagsskapurin sigur seg ikki hava nakað við álopið at gera. Islamiska rørslan kallar álopið "forboðið og heimildarleyst".

Bumban brast í bygninginum Dubai City, sum ofta verður brúkt til brúðarveitslur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder