2020-03-22 10:48
Í øllum heiminum eru gott ein mia. fólk biðin um at halda seg innandura orsakað av koronasmittuni, sum nú hevur rakt fleiri enn 300.000 fólk.
Sambært uppgerð hjá tíðindastovuni AFP, eru uml. 900 mió. fólk úr 35 ymsum londum koyrd í eitt slag av heimasóttarhaldi.
Í USA hava íbúgvar í fleiri av teimum stóru statunum fingið boð um at halda seg heima, og tað sama hava íbúgvar í fleiri evropeiskum londum – m.a. í Fraklandi, Italia, Spania, Danmark og herheima í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald