Mentan

Aftankvirra í Vágs kirkju fríggjakvøldið

Bárður á Lakjuni framførir sínar sangir og lesir upp á aftankvirruni

2021-07-07 17:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kirkja skipar fyri tiltakið nú fríggjakvøldið, nú Føroyaleikirnir og Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon eru í Vági. 

Nógv tiltøk eru á skrá fyri komandi dagarnar, og í hesum sambandi er Vágs kirkja karmur um hugnaliga løtu, har fuglfirðingurin í Leirvík, og maðurin handan mongu sangleikirnar í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, Bárður á Lakjuni, kemur at syngja og greiða frá. 

Bárður á Lakjuni er kendur fyri at vera partur av bólkinum T.O.S., ið bæði hevur spælt kring landið og givið ymiskt út. Men Bárður hevur eisini latið úr hondum egna fløgu, og gav út “Lívsins dansur” í 2020.

Til aftankvirruna fríggjakvøldið kl. 20.30 í Vágs kirkju kemur Bárður at framføra sangirnar á útgávuni, ið havi verið nógv at hoyra í loftmiðlunum – eitt nú ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”. Umframt hini løgini á úgávuni, verður eisini annað tilfar hjá Bárði at hoyra – bæði sangir og upplestur.

 [object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder