Mentan

Aftankvirra við Inga Poulsen í Vágs Kirkju

Í annaðkvøld kl. 20.45 verður aftur aftankvirra í Vágs Kirkju. Á skránni verður eisini andakt og tónleikaframførsla við Inga Poulsen.

2019-09-19 22:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs Kirkja hevur seinastu árini verið karmur um aftankvirrur fríggjakvøld, og í annaðkvøld fríggjakvøldið kl. 20.45 verður aftur møguleiki at koma í kirkjuna at njóta kvirruna, áðrenn tónleikur og andakt er á skránni.

Hesaferð er tað lokali, og eftirhondini sera vælkendi, Ingi Poulsen, sum fer at seta dám á kvirruna, áðrenn ein stutt andakt verður hildin. 

Umframt hetta verða eisini sungnir nakrir felagssálmar, soleiðis at øll á ein hátt kunnu luttaka og seta sín dám á løtuna.

Kvirran byrjar kl. 20.45, og kl. 21 verður tónleika framførsla, andakt og felagssangur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder