2019-04-11 16:40
Í kvøld verður Aftansongur í Gøtu kirkju. Kamarkórið Aurora Borealis syngur. Ólavur Jøkladal er kórleiðari, og organistur verður Símun Hammer.
Talan er um eina framførslu við tónleiki, sum er bygdur á gamla liturgiska siðvenju og sálmar annars. Hetta er andaligur tónleikur, sum røkkur heilt úr miðøld til okkara dagar.
Sungin verða verk eftir Maurice Duruflé, Abbé Vogler, Knúd Olsen og Ólav Jøkladal. Høvuðsverkið verður “Herr, wenn ich nur dich habe”, sum er dubultkór eftir Heinrich Schütz; her verður tað organisturin Símun Hammer, sum hevur fylgispælið.
Áhoyrararnir fáa eisini loyvi at brúka sína rødd í sálmasangi, nakað av plássi verður til felagssálm eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald