Eftir 204 samdøgur í rúmdini lendu tveir astronautar og ein kosmunautur í morgun á Jørðini aftur í øllum góðum. Russiska Sojuz-rúmdarfarið dalaði og settist trygt í Kasakhstan klokkan 08.47 lokala tíð.
Umborð vóru amerikanski astronauturin Anne McClain, kanadiski David Saint-Jacques og russiski kosmonauturin Oleg Kononenko, sum hava verið 204 dagar úti í rúmdini og virkað umborð á altjóða rúmdarstøðini, skrivar NRK.
Tey trý vórðu skotin út 3.desember í fjør fyri at avloysa amerikanska astronautin Serenu Aunon-Chancellor, russiska kosmonautin Sergej Prokopjev og týska astronautin Alexander Gest. Nýggja manningin helt jól á rúmdarstøðini, sum í løtuni einans fær vitjan av teimum russisku Sojuz-rakettunum.
Í mars komu russiski kosmonauturin Aleksej Ovtsjinin og amerikansku astronautarnir Nick Hague og Christina Hammock Koch upp til teirra, og tey trý eru nú eftir úti á rúmdarstøðini.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Amerikanska Anne McClain (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald