Innanlands

Aftur á null

Føroyar eru aftur koronafríar. Eingin positivur og eingin í sóttarhaldi

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-02-26 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið nær við fleiri ferðir, men ikki síðani 17. juli hava Føroyar verið koronafríar. Og hetta er gleðiliga støðan aftur nú.

Heilsumyndugleikarnir hava júst kunngjørt nýggjastu tølini, og viðkomandi sum var framvegis var í tølunum í gjár, er nú staðfestur frískur.

Eingin er positivur í løtuni og heldur er eingin í sóttarhaldi.

184 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og tilsamans eru fleiri enn 230.000 kanningar gjørdar.

Tá flest vórðu smittað við korona í Føroyum var miðskeiðis í august tá 147 fólk høvdu fingið staðfest covid-19.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder