Innanlands

Aftur døglingar í Hvalba

Teir tríggir hvalirnir, sum í dag løgdu beinini í Hvalba eru tvífalt so stórir, sum teir, ið gjørdu landgongd sunnudagin

Hvalba í dag (Mynd: Birgir Enni)

Hvalba í dag (Mynd: Birgir Enni)

2022-08-16 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey fylla í frystiboksirnar í Hvalba í hesum døgum.

Sunnudagin løgdu tríggir døglingar beinini í Hvalba, og aftur í dag vóru tríggir døglingar, sum gjørdu landgongd í bygdini.

Tað kemur javnan fyri, at døglingar sjálvir gera landgongd í Hvalba og Sandvík, men tað er ólógligt at reka døgling á land.

Tommy Olsen, grindaformaður, sigur við útvarpið í dag, at hvalirnir, sum í dag løgdu beinini í Hvalba, eru umleið tvífalt so stórir sum teir, sum gjørdu landgongd mikudagin.

Býtt verður millum fólkið í Hvalbiar sókn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder