Innanlands

Aftur dronur í donskum loftrúmi: Nú er galið í Aalborg

Luftrúmið í Aalborg er stongt í kvøld

2025-09-24 22:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fáar dagar eftir at floghavnin í Kastrup var stongd í fleiri tímar orsakað av dronum, eru nú sami trupulleiki í Aalborg.

Dronuflúgving, sum ikki er góðkend er í luftrúminum, og tískil er luftrímið stongt fyribils.

Løgreglan er á staðnum og kannar støðuna nærri. Trý flogfør sum skuldu lenda har í kvøld eru beind til aðrar floghavnir.

Talan er um bæði Aalborg Floghavn, sum tekur sær av ferðafólki og flogstøðin Aalborg, sum danska verjan brúkar, sum eru ávirkaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder