Innanlands

Aftur ein amerikanskur kavbátur í Nólsoyarfirði

USS John Warner kom inn við sjúkum manni fyrrapartin

Ein av manningini á USS John Warner skuldi flytast á sjúkrahúsið (Mynd: Sverri Egholm)

Ein av manningini á USS John Warner skuldi flytast á sjúkrahúsið (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-17 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í dag var ein stórur kjarnorkurikin amerikanskur kavbátur at síggja í Nólsoyarfirði.

Tað er bert ein góð vika síðan at ein annar kavbátur, USS Indiana, var í Føroyum fyri at skifta ein av manningini.

[object Object]

Í dag er talan um kavbátin USS John Warner. Talan er um ein kavbát av sama slag, sum USS Indiana. Hesir kavbátar kallast fyri ‘Virginia-class’.

Hesaferð var talan um ein sjúkan mann, sum skal innleggjast á Landssjúkrahúsið.

Arktisk kommando í Havn upplýsir fyri Portalinum, at proceduran hesaferð er tann sama sum seinast. Ein umbøn er send frá amerikansku sendistovuni til føroysku uttanríkistænastuna. Kavbáturin kemur upp í vatnskorpuna í Nólsoyarfirði, og setir sjúka mannin av uttan at støðga á.

Sambært Marinetraffic dagaði kavbáturin upp úr sjónum millum Borðuna og Kirkjubønes um hálvgun ellivu tíðina og sigldi niðan á Gulan.

[object Object](Skíggjamynd: marinetraffic.com)

[object Object]
(Skíggjamynd: marinetraffic.com)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder