
Eins og leygarnáttina, hevur seinasta náttin verið stak friðarlig, hóast nógv hevur verið á skránni.
Norðoyastevna er í Klaksvík, og bátastevna er í Vestmanna hetta vikuskiftið, og tað hevur sum heild gingið friðarliga fyri seg, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein persónur hevur sovið rúsin av sær á politistøðini í nátt, og er hann skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Løgreglan kannaði eisini ferðsluna í sambandi við bátastevnuna, og tá bilar vórðu steðgaðir, varð ein persónur, sum sat í eina bilinum, tikin fyri at hava rúsevni uppiá sær. Talan var um eina lítla nøgd av hash.
Vaktleiðarin leggur afturat, at løgreglan er í Vestmanna við báti fyri at tryggja, at eingin fer at sigla ávirkaður heim frá stevnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald