Innanlands

Aftur ein nýggjur smittutilburður funnin

Talan er um ein persón, sum er komin til Føroya úr útlondum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-30 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at Føroyar aftur vóru koronafríar – fyri fimtu ferð – men hetta vardi bara í ein dag, tí seinnapartin varð boðað frá, at ein nýggjur smittutilburður er funnin.

Talan er um ein persón, sum er komin til Føroya úr útlondum.

370 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 252.827 kanningar í Føroyum, skrivar corona.fo.

Støðan er sostatt tann, at 664 persónar nú hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru staðfestir frískir aftur, og higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder