2021-02-23 09:30

Tvíkiljan Erla Kongsdóttir er givin at røkja nólsoyarsiglingina í dag
Aftur í morgun hendi tað, at ein av rútunum á strandfaraskipinum Erlu Kongsdóttir fór í knús.
Strandferðslan boðar í dag frá, at Erla er givin at sigla "vegna serligar umstøður", og at arbeitt verður við at finna eina loysn
Dagføring:
Portalurin skilir nú, at báturin hjá Bjargingarfelagnum, Rescue Tanum røkir Nólsoyarsiglingina í løtuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald