Uttanlands

Aftur ein sjúklingur grøddur fyri HIV

Enn ov tíðliga at siga, um gjørligt er at finna fram til viðgerð, sum kann fyribeina HIV-smittuni

Timothy Ray Brown, eisini róptur Berlin-sjúklingurin, fyrsti persónur, ið er grøddur fyri HIV-smittu (Mynd: EPA)

Timothy Ray Brown, eisini róptur Berlin-sjúklingurin, fyrsti persónur, ið er grøddur fyri HIV-smittu (Mynd: EPA)

2019-03-05 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri 12 árum síðani eydnaðist tað í týska høvuðsstaðnum Berlin at grøða ein sjúkling fyri HIV. Síðan hava granskarar kring heimin roynt at endurtaka bragdið, og nú sær tað út til at vera endurtikið.

New York Times skrivar, at ein sjúklingur í London er lektur fyri HIV, og tað birtir nýggjar vónir, at tað fer at eydnast at finna eina viðgerð, ið drepur smittuna, sum er orsøk til eyðkvæmi, aids. Men enn er langt á mál.

Úrslitið hjá granskarunum verður almannakunngjørt í tíðarritinum Nature hósdagin, skrivar berlingske.dk.

Bæði í Berlin og nú í London er talan um, at sjúklingarnir hava fingið beinmerg frá donorum, ið hava eina sokallaða genetiska mutasjón, ið ger tey mótstøðufør móti HIV-virus. Transplantasjónirnar vóru í báðum førum gjørdar fyri at grøða krabbamein, men tað hevur víst seg at gera av við HIV-virus eisini.

Transplantasjónir av beinmergi eru kostnaðarmiklar og ógvuliga torførar at fremja, og tað er neyvan loysnin til at grøða HIV-sjúklingar kring heimin, meta granskarar.

Nýggja vitanin um, at mótstøðuførar kyknur møguliga kunnu grøða fyri HIV, gevur tó vónir um, at heilsubót kann finnast.

Sjúklingurin í London gavst við at taka heilivág móti HIV í september 2017, og er sostatt tann næsti persónurin í søguni, sum er grøddur fyri HIV eftir at hava livað uttan heilivág í meira enn eitt ár. Fleiri granskarar, sum eru við í viðgerðini, eru tó varnir við at staðfesta, at sjúklingurin er endaliga grøddur, tí tey ikki tora av siga fyri vissu, at virusið ikki kann venda aftur.

Granskarar fylgja í løtuni 38 HIV-sjúklingum, sum allir hava fingið nýggjan beinmerg frá gevum, sum eru mótstøðuførir. Sjúklingurin í London er nummar 36 á hesum lista. Sjúklingurin við nummar 19 – hann kallast Düsseldorf-sjúklingurin – hevur livað í fýra mánaðir uttan heilivág. Enn er tó ov tíðliga at siga, um hesin er grøddur, men granskararnir eru vónríkir, skrivar berlingske.dk.

Gevar við mótstøðuførum kyknum móti HIV eru vanliga úr Norðurevropa. Granskararnir vita enn ikki, hví mutasjónin er vanligast í hesum partinum av heiminum.

Tað finst í dag heilivágur móti HIV, sum heldur smittuni niðri og tryggjar, at HIV-smittan ikki verður víðariførd við óvardari kynsligari samveru. Viðgerðin er lívslong og grøðir sostatt ikki sjúklingin fyri HIV. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder