Nasahjólið á einum Boeing 757-flogfari frá Delta Airlines datt um vikuskiftið av, tá flogfarið skuldi fara á flog í floghavnini í Atlanta. Tað upplýsa amerikansku flogferðslumyndugleikarnir, FAA.
184 ferðafólk vóru við flogfarinum umframt manningina, sum taldi seks, men ongin kom til skaða í hendingini, skrivar Ritzau.
Nasahjólið er tann parturin av lendingarstellinum, ið er fremst, beint undir stýrhúsinum. Enn hevur Boeing ikki gjørt viðmerkingar til hendingina.
Flogverksmiðjan er undir serligum eftirliti fyri tíðina, eftir at eitt síðupanel datt av einum flogfari av slagnum Boeing 737 Max 9 meðan tað var á flogi. Ongin fekk tó skaða í hendingini, sum var 5. januar.
Síðan hevur bann verið sett fyri júst hesum slagnum av flogførum. Og tað eru funnir leysir boltar á hurðunum á fleiri Boeing 737 Max-flogførum, skrivar Ritzau.
Tað hava fyrr verið trygdaravbjóðingar við Boeing 737 Max-flogførunum. Eftir tvær flogvanlukkur í ávikavist Indonesia 2018 og Etiopia 2019, varð flogbann sett fyri hesum flogførunum í nøkrum londum. Vanlukkurnar kostaðu 346 mannalív tilsamans.
Boeing betraði ritbúnaðin í flogførunum, og rættaði brek á einum sensori. 20 mánaðir seinni vórðu flogbannini avlýst.
Kanningar hava tó víst, at amerikanska flogverksmiðjan royndi at fjala yvir ymisk brek, tá flogfarið upprunaliga fekk síni loyvi, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald