2021-01-06 16:07

Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu. Men í hesum føri var talan um eitt munandi minni álvarsligt óhapp, enn tað, sum hendi oman fyri Syðrugøtu í morgun.
Talan var um ein bil, ið skuldi út á landsvegin við fótbóltsvøllin í Norðragøtu, sum varð árendur. Løgreglan er á veg til staðið fyri at kanna málið, og fyri at staðfesta um treytaleysa víkiskyldan varð hildin.
Ongin fólkaskaði var – bert materiellur skaði, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald