2024-03-16 21:36

Í kvøld byrjaði enn eitt eldgos á Reykjaneshálvoynni.
Gosopið er millum Hagafell og Stóra-Skógfell. Tað fór at goysa klokkan 20:23, skriva íslendskir miðlar.
Evakueringin í Grindavík er í kvøld byrjað. Íbúgvar har hava fingið SMS-boð um at fara úr økinum skjótt og trygt.
Grótbræðingin floymir móti býnum Reykjanesbær.
Bláa Lónið er eisini eveakueri. Morgunblaðið skrivar, at eini 700-800 gestir og starvsfólk vóru til staðar tá útbrotið byrjaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald