
Tann 31. juli, klokkan hálvgum seks á morgni, varð boðað frá eldi í einum sethúsum á Velbastað.
Sløkkiliðið megnaði, eftir nakað av stríði, at sløkkja eldin, og tey fólkini sum vóru í húsinum sluppu út í øllum góðum.
Les eisini: Eldur í húsum á Velbastað í morgun
Óvist er hví eldur kom í húsini - í morgun var aftur eldur í teimum. Hesum boðar vakthavandi á løgreglustøðini í Havn frá.
Eingin var í húsinum hesaferð, og eldurin varð sløktur klokkan átta. Nú skal kannast, hvat tað er, sum er hent við húsunum á Velbastað.
Vakthavandi upplýsir annars, at higartil hevur talan verið um eitt ógvuliga friðarligt vikuskifti hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald