![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í summar, beint eftir ólavsøku, breyt onkur inn og setti eld á dagstovnin Lítliskógur í Djóna í Geil gøtu í Havn, og í gjárkvøldið hendi tað aftur.
Um klokkan 22 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan úr eysturbýnum í Havn frá einum granna at Lítlaskógi, sum segði, at onkur gekk inni í bygninginum, og síðani segði viðkomandi seg síggja eld.
Ikki er langt frá politistøðini í Havn til dagstovnin, so løgreglan var rættiliga skjót á staðnum, men tá var brotsmaðurin longu farin.
Boð varð sent eftir sløkkiliðnum, sum skjótt fingu sløkt ein ásettan eld. Kanningar eru gjørdar, og ein brandteknikari hjá løgregluni fer at kanna staðið aftur seinni í dag, sigur vakthavandi á politistøðini.
Enn er eingin handtikin í málinum, og løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt í sambandi við hendingina í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald