14. mai varð boðað frá, at eldur var í Sandoyartunlinum Sandoyarmegin, og fyri løtu síðani varð boðað frá, at eldur aftur var í tunlinum, hesuferð Streymoyarmegin.
Løgreglan skrivar soleiðis í fráboðan á Facebook:
Kl. 11.25 fekk alarmsentralurin fráboðan um, at eldur er í einum lastbili umleið 1 km inni í tunlinum. Sløkkilið, ambulansi og politið bleiv beinanvegin sent á staðið.
Sum skilst er sera nógvur roykur á staðnum og tí verða øll óviðkomandi biðin um at halda seg burtur frá økinum.
Um støðuna annars, vita vit onki meira og vilja tí koma við eini dagføring, tá vit hava fingið fleiri upplýsingar.
Sambært Kringvarpinum er ein persónur komin úr tunlinum og koyrdur á sjúkrahúsið.
Dagførd kl. 12.53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald