2024-05-29 14:06
Tað hevur verið væntað seinastu tímarnar, og fyri lítlari løtu síðani hendi tað. Nú goysir aftur á Reykjanesi, nærhendis býnum Grindavík.
Hetta skriva íslendskir miðlar.
Grótbræðing kemur úr einari sprungu sum er umleið ein kilometur lang og sprænir umleið 50 metrar upp.
Hetta eldgosið er nærhendis Sundhnúkum norðan fyri Grindavík. Øll bygdin var fyrr í dag evakuerað.
Omanfyri sæst beinleiðis vevkamera frá økinum, har tað nú goysir. Upptøkurnar eru frá Morgunblaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald