Mentan

Aftur føroysk luttøka í “Toppen af poppen”

Teitur Lassen verður partur av serútgávu av stóru tónleikasendingini á danska TV2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-03 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru tíggju ár síðani at TV2 á fyrsta sinni sendi “Toppen af poppen”, og tað hevur við sær eina serútgávu av stóru tónleikaasendingini.

Teitur Lassen luttók í sendingini í fjør, og aftur í ár verður hann partur av toyminum av tónleikarum, sum fara at tulka løgini hjá hvørjum øðrum.

Í mun til sendingarnar undan farin ár verður í ár ikki ein høvuðspersónur fyri hvønn dag. Seks til sjey tónleikarar verða við í hvørjum parti, og í alt vera 26 luttakarar.

Upptøkurnar til sendingina byrja í hesum mánaðinum og verða gjørdar í Gribskov í Norðursælandi.

Teitur Lassen er millum fyrstu tónleikararnar, sum TV2 hevur kunngjørt. Onnur nøvn sum eru kunngjørd eru annað Lau Højen, Ida Corr, Burhan G, Lars Lilholt, Anders Blichfeldt og Dorthe Gerlach.

Soleiðis ljóðaði tá Chief 1 tulkaði "Catherine The Waitress".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder