Mentan

Aftur í 60’ini í kirkju

Ein 62 ára gomul upptøka úr Savnsgullinum hjá Kringvarpinum verður at hoyra, tá ið lestur verður í Hósvíkar kirkju sunnukvøldið. Deknur er Hans Jacob í Toftum, sum var deknur frá 1910 til 1967

Hans Jacob í Toftum við lesipultin í Hósvíkar kirkju, har hann var deknur frá 1910 til 1967. Nú verður hann aftur at hoyra í kirkjuni, tá ið serlig gudstænasta verður sunnukvøldið klokkan 18

Hans Jacob í Toftum við lesipultin í Hósvíkar kirkju, har hann var deknur frá 1910 til 1967. Nú verður hann aftur at hoyra í kirkjuni, tá ið serlig gudstænasta verður sunnukvøldið klokkan 18

2022-09-09 08:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Savnsgullinum hjá Kringvarpinum er funnin ein upptøka, har Hans Jacob Hansen, bóndi í Toftum og bátasmiður, las lestur í Hósvíkar kirkju sunnudagin 11. september í 1960. 

Hans Jacob í Toftum (1881-1967) var deknur í Hósvík frá 1910 til 1967, og júst 62 ár seinni verður rødd hansara nú aftur at hoyra í Hósvíkar kirkju. Meira enn eina ferð varð Hans Jacob heiðraður fyri góða og trúgva tænastu.

Hann las so livandi, at lestrarnir ljóðaðu næstan, sum fortaldi hann søgu, heldur enn bara at lesa. Eitt sindur merkisvert, tí sjálvur hevði hann ongantíð lært føroyskt í skúlanum. Skúli kom ikki í Hósvík fyrr enn í 1897, tá ið hann var 16 ára gamal.

Undir hesi serligu gudstænastuni, sum er almenn, verða sungnir somu sálmar, sum tey sungu henda dagin, men alt frá inngangsbøn til útgangsbøn hoyra vit Hans Jacob sjálvan lesa. Bæði klokkari og organistur eru abbasynir deknin, so tað verður líkasum “í familjuni”.

Áðrenn sjálv løtan byrjar við innringing, fer Helgi í Brekkunum, ið sjálvur spældi orgul í Hósvíkar kirkju tey seinnu árini, tá ið ommubeiggi hansara las, at siga eitt sindur um hann og hvussu tað var at vera í kirkju tá.

Eftir gudstænastuna sunnukvøldið eru øll boðin til kirkjukaffi í Bygdarhúsinum, so løtan endar við løttum huglag og kanska onkrum práti um, hvussu kirkjurtænarar og kirkjulív vóru í Hósvík fyrr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder