Innanlands

Aftur í ár verður jólaaftanshald í KFUK í Havn

Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 20. desember, sigur KFUK

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-12-15 15:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár skipar KFUK í Havn fyri jólaaftanahaldi, og freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 20. desember, boðar KFUK frá í tíðindaskrivi.

– Sum siður hevur verið í nógv ár, hevur KFUK í Varðagøtu 9 í Havn aftur í ár jólaaftanshald fyri tær, ið hevur brúk fyri at vera saman við øðrum hetta serliga kvøldið í árinum.

– Húsið letur upp klokkan 17.00 og sjálvt jólahaldið byrjar kl. 18.00 við døgurða og hugnaligari samveru og øll fáa jólapakka. Tiltakið er ókeypis, tí felagsskapurin KFUK og aðrir stuðlar syrgja fyri hesum, skrivar KFUK.

Tey, sum ynskja at luttaka, skulu boða frá luttøku á tel. 211824.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder