
Sunnumorgunin 28. mars byrjar Erla Kongsdóttir aftur í sigling á leið 90 millum Havnina og Nólsoynna.
Erla Kongsdóttir fer at sigla eftir somu ferðaætlan, sum Ternan hevur siglt og fer at sigla eftir, skrivar heimasíðan hjá Strandferðsluni.
Orsøkin er, at ynski er at varðveita somu fráferðartíðir úr Nólsoy fyri at vera í Havnini og í Nólsoy til eitt nú skúla- og arbeiðsbyrjan, umframt at náa býarbussarnar í Havn.
Hetta merkir tó eisini, at túratalið hjá Erlu Kongsdóttir lækkar, tí bert soleiðis kann manningin yvirhalda lógarásettu hvílitíðina.
Ein nýggj ferðaætlan er gjørd fyri Erlu Kongsdóttir, sum verður send til hoyringar eftir páskir. Um páskirnar er ferðaætlanin eisini hin sama sum hjá Ternuni, skrivar Strandferðslan.
Siglingartíðin er 20 minuttir. Ferðaætlanin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald