2021-11-28 15:51

Eftir at tað fyrradagin vóru staðfestir heilir 63 tilburðir eru vit nú aftur í tredvinum. Í gjár vóru 34 tilburðir staðfestir, og tað minnir um tølini sum hava verið seinastu dagarnar, har tað hevur ligið um 40 hvønn dag.
Men í mun til fyrradagin tá 2.567 kanningar vórðu gjørdar, vórðu tað í gjár bara 1.088 fólk kannað fyri koronu.
24 fólk eru staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv, og talið á aktivum tilburðum er nú 415.
Fimm fólk eru innløgd við koronu á Sjúkrahúsverkinum. Hetta eru tvey færri enn tað annars hevur verið seinastu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald