Innanlands

Aftur innbroti í hjalli

Tvær ferðir hetta vikuskiftið hevur onkur stolið úr einum hjalli í Havn – Í gjár varð eisini boðað frá nógvum royki í einari garasju í Klaksvík, og eitt harðskapsmál varð meldað til løgregluna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-22 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin um middagsleitið fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði stolið rúsdrekka úr einum hjalli í Havn. Eingin varð skuldsettur í málinum, og fyrrapartin í gjár varð aftur boðað frá innbroti í sama hjalli.

Tjóvurin hevði tikið sjey kassar av øl. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at í mun til fyrru ferð, var hjallurin læstur.

Tað kemur av og á fyri, at løgreglan fær fráboðanir um, at onkur hevur stolið úr einum hjalli. Sum oftast er tað rúsdrekka ella kjøt, sum verður stolið.

Seinnapartin í gjár varð eisini boðað frá nógvum royki úr einari garasju í Klaksvík, og sløkkiliðið varð sent á staðið.

Løgreglan veit ikki rættiliga, hvat tað er, sum er hent, men møguliga er eldur komin frá einum bensindrivnum amboði.

Málið verður kannað nærri í dag.

Beint eftir midnátt í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um harðskap.

Tað vóru nøkur, sum vóru farin at klandrast í sambandi við einum býtúri. Eingin hevur fingið álvarsaman skaða.

Júst hvat tað er, sum er hent fær løgreglan ikki sagt, tí partarnir eru enn ikki vorðnir avhoyrdir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder